Ung 18-26 ár

Nógvar broytingar fara fram, tá ið tú verður 18 ár. Tú verður myndug/ur, kanst taka koyrikort, fært valrætt og fíggjarligan avgerðarrætt. 

Gull 1 og Gull 2

Tá ið tú stovnar tær Gullkontu, fært tú tvær kontur, Gull 1 til løn og lummapening, og Gull 2 til samansparing.

Tá ið tú verður 18 ár, verður Gull 2 leysgivin í ein mánað. Gull 2 fer hareftir at virka við 12 mánaða uppsagnartreytum til tú fyllir 27 ár.

Fleiri ymisk gjaldkort

Tá ið tú gerst 18 ár, kanst velja millum Visa/Dankort, Mastercard Debit og Mastercard Kredit. Hesi gjaldkort kunnu nýtast í sjálvtøkum og handlum bæði í Føroyum og uttanlands og á internetinum. Við Mastercard fært tú eisini fleiri tryggingar.

Visa/Dankort og Mastercard Debit kanst tú prýða við egnari mynd.

Bílegg myndakort her.

Tá ið tú bíleggur kortið, tekur tað vanliga í mesta lagi tvær vikur at fáa tað. Er talan um endurbílegging, tekur tað umleið eina viku at fáa tað.

Keypsváttan

Ætlar tú tær t.d. at keypa bil, kanst tú avtala við tín ungdómsráðgeva, at tú fært eina keypsváttan, ið staðfestir, at tú hevur tøkan pening.

Bílegg eitt ungdómsprát

Eru ivamál, ella kundi tú hugsað tær at vitað meiri um tænastur okkara, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband ungdómsráðgeva tín og bíleggja eitt ungdómsprát. Saman við ungdómsráðgeva tínum kanst tú fáa yvirlit og góða ráðgeving um, hvussu tú lættliga kanst greiða tíni fíggjarligu viðurskifti, tá ið talan er um útbúgving, ella okkurt skal keypast, t.d. bilur, telda og innbúgv. Ella um tú skalt út at ferðast, flyta heimanífrá, giftast, keypa grundstykki, byggja, keypa hús, keypa íbúð ella okkurt heilt annað.

 

Netbankin

Við netbankanum frá Norðoya Sparikassa kanst tú avgreiða fíggjarligu viðurskifti tíni alt samdøgrið. 

Boðtænastan

Við boðtænastuni ber til at fylgja við, hvussu kontan broytist. T.d. ber til at fáa teldupost ella sms, tá ið lønin kemur inn.

Fargjalding

Fargjalding er ein lættur og tryggur máti at rinda í handlum, appum og á netinum við fartelefon ella uri. 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost