Avgreiðslur okkara fyribils afturlatnar
Tiltøkini ímóti koronavirusinum COVID-19 halda fram.
Avgreiðslur okkara verða afturlatnar til 4. mai 2020.
Fyri at verja viðskifta- og starvsfólk okkara ímóti koronavirusinum, eru avgreiðslurnar hjá Norðoya Sparikassa afturlatnar til 4. mai.
Tað ber sostatt ikki til at koma inn í Norðoya Sparikassa at avgreiða fíggjarligu viðurskiftini sum vant. Tó ber til at avgreiða flestu viðurskifti talgilt ella umvegis telefon ella teldupost.
Vit heita á viðskiftafólk okkara um at seta seg í samband við okkum soleiðis:
- Ring tel. 475000
- Send teldupost til ns@ns.fo ella skriva til okkara í netbankanum
Víst verður til netbankan og sjálvtøkur okkara, og mælt verður til at halda telefon- ella netfund við sín kundaráðgeva.
NORÐOYA SPARIKASSI