Norðoya Sparikassi broytir innlánsrentur og tænastugjøld

Grundað á lága altjóða rentustøðið og marknaðargongdina, verða innlánsrentur og tænastugjøld broytt í næstum.

Broytingin hevur við sær, at innistandandi hjá privatkundum omanfyri 500.000 kr. verður rentað við -0,75 %. Tó eru eftirlønarkontur og innistandandi hjá børnum og ungum ikki umfataðar av negativum rentum.

Rentan á ávísum privatum innlánum lækkar við upp til 0,3 %-stigum.

Harumframt verða ávís tænastugjøld tillagað.

Broytingarnar fáa gildi frá 6. mai 2020.

Yvirlit við rentum og tænastugjøldum verður kunngjørt á heimasíðu sparikassans, tá ið broytingarnar koma í gildi.

 

NORÐOYA SPARIKASSI

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost