Norðoya Sparikassi høvuðsstuðul hjá Ein dagur á grynnuni
Norðoya Sparikassi heldur fram sum ein av høvuðsstuðlunum hjá tiltakinum "Ein dagur á grynnuni", sum verður í Tórsgøtu leygardagin 2. mai 2020.
"Ein dagur á grynnuni" er eitt ókeypis familjutiltak, har fólk hava høvi at royna alskyns mat úr sjónum. Skipað verður eisini fyri fleiri mentanarligum tiltøkum hendan dagin, og Norðoya Sparikassi fer, sum vant, at bjóða kaffi og annað gott í Perluni.