Norðoya Sparikassi tillagar útlánsrentur og tænastugjøld 1. des. 2020

Grundað á rentugongdina og herdu kapitalkrøvini til peningastovnar, verða útlánsrentur og tænastugjøld tillagað í næstum.

Rentan á orkulánum lækkar niður á 1,75 %. Orkulán kann veitast upp til 300.000 kr., og kann nýtast til at skifta vindeygu, tekju ella klædning, at bjálva bústaðin, nýggja ella alternativa orkuskipan ella onnur orkusparandi tiltøk.

Nú verður eisini møguligt at fáa lán til elbilar við lægri rentu. Rentan á lánum til elbilar verður 1,75 % og krevur 30 % útgjald.

Rentan á vinnulánum hækkar við upp til 0,75 %.

Harumframt hækka einstøk tænastugjøld.

Broytingarnar fáa gildi frá 1. desember 2020. Yvirlit við rentum og tænastugjøldum verður dagført á heimasíðu sparikassans www.ns.fo, tá ið broytingarnar koma í gildi.

 

NORÐOYA SPARIKASSI

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost