Norðoya Sparikassi 10,4 milliónir í avlopi fyrra hálvár 2021

Úrslitið eftir skatt fyrra hálvár 2021 var eitt avlop upp á 10,4 mió. kr. sammett við 6 mió. kr. sama tíðarskeið í 2020.

Verður sæð burtur frá virðisjavnan og niðurskrivingum, hevði sparikassin eitt avlop av vanligum rakstri upp á 10,6 mió. kr. fyrra hálvár í mun til 9 mió. kr. sama tíðarskeið árið fyri.

Virksemi

Útlánini øktust frá 1.990 mió. kr. til 2.011 mió. kr., ið svarar til ein vøkstur á 1 %.

Innlánini lækkaðu frá 2.469 mió. kr. til 2.453 mió. kr., ið svarar til eina minking á 0,6 %.

Innlánsavlopið var 442 mió. kr. pr. 30. juni 2021.

Gjaldføri og solvensur

Lyklatalið fyri gjaldføri – LCR – var uppgjørt til 274 % pr. 30. juni 2021. Lógin ásetur minstakravið til 100 %.

Pr. 30. juni 2021 var solvensurin 23,1 %, meðan individuelli solvenstørvurin var 10,3 %.

Gongdin fyrra hálvár hevur sum heild verið í samsvari við metingar sparikassans, og samanumtikið er sparikassin nøgdur við gongdina.

 

NORÐOYA SPARIKASSI

Marner Mortensen, stjóri

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost