Freistir fyri flytingar áðrenn jól og nýggjár

Freistir fyri flytingar, sum skulu vera á kontu hjá móttakara áðrenn jól og nýggjár.

Áðrenn jól
  • Lønir: hósdagin 22. des. kl. 16.00
  • Flyting á kontu í egnum peningastovni: fríggjadagin 23. des. kl. 18.00
  • Flyting til kontu í øðrum peningastovni: hósdagin 22. des. kl. 18.00
  • Flyting sama dag: fríggjadagin 23. des. kl. 11.00
  • Skundflyting: freistin veldst um, hvønn peningastovn flytast skal til

Vilt tú tryggja tær, at skundflytingin ella flyting sama dag kemur á kontu hjá móttakara sum ætlað, er skilagott at gera flytingina í seinasta lagi hósdagin 22. desember, hóast freistin er fríggjadagin 23. desember.

Áðrenn nýggjár
  • Lønir: hósdagin 29. des. kl. 16.00
  • Flyting á kontu í egnum peningastovni: fríggjadagin 30. des. kl. 18.00
  • Flyting til kontu í øðrum peningastovni: hósdagin 29. des. kl. 18.00
  • Flyting sama dag: fríggjadagin 30. des. kl. 11.00
  • Skundflyting: freistin veldst um, hvønn peningastovn flytast skal til

Vilt tú tryggja tær, at skundflytingin ella flyting sama dag kemur á kontu hjá móttakara sum ætlað, er skilagott at gera flytingina í seinasta lagi hósdagin 29. desember, hóast freistin er fríggjadagin 30. desember.

Uttanlandsflytingar

Um flytingar til útlond skulu verða avgreiddar frá sparikassanum áðrenn jól, mæla vit til, at tú avgreiðir uttanlandsflyting í netbankanum, í seinasta lagi fríggjadagin 23. desember kl. 12.00. Áðrenn nýggjár, mæla vit til, at tú avgreiðir uttanlandsflyting í netbankanum, í seinasta lagi fríggjadagin 30. desember kl. 12.00.