Norðoya Sparikassi hækkar rentuna og strikar negativa innlánsrentu fyri privatkundar

Vísandi til seinastu rentubroyting hjá Danska Tjóðbankanum og broytingar á rentustøðinum annars, hevur sparikassin avgjørt at hækka rentuna á bæði innlánum og útlánum.

Rentuhækkingin ber í sær, at hjá privatkundum hækkar útlánsrentan við upp til 0,40 %-stig og negativa rentan av innlánum verður strikað.

Rentan hjá vinnukundum hækkar við upp til 0,50 %-stig bæði fyri inn- og útlán.

Rentuhækkingin ávirkar bert inn- og útlán við broytiligari rentu, og hevur virknað frá 1. september 2022.

Yvirlit við rentustigum verður kunngjørt á heimasíðu sparikassans www.ns.fo, tá ið hækkingin er komin í gildi.

NORÐOYA SPARIKASSI