Ábyrgdaravalið er byrjað

Valið fer fram á deildum okkara í Klaksvík, Havn og Fuglafirði til og við fríggjadagin 10. mars 2023.

Atkvøtt verður í avgreiðslutíð sparikassans.

Seinasta dagin, tann 10. mars, ber tó til at velja í høvuðsdeild sparikassans í Klaksvík fram til kl. 19:00.

Ábyrgdarar, ið ynskja at atkvøða við brævatkvøðu, kunnu venda sær til valnevndina við at ringja 475000 ella senda teldupost til ns@ns.fo.