Vælkomin í Silvaland

Vælkomin í Silvaland 8. - 10. august

Í tríggjar dagar bjóðar Silvalandið festivalbørnum fjølbroytt og gott undirhald í KÍ- og Badmintonhøllini.

Gandakendur djóraheimur, víkingabygd, ballónland, hoppiborgir, boing bóltar, pinkuøki og mangt annað.

Silvi vitjar og hevur okkurt gott til børnini.

Eisini verður ein bókstavaveiða, har tú hevur møguleikan at vinna eina trampolin. 

Hósdagur 8. august

15.00 Skrúðgonga og karneval úr Klaksvíksgarðinum heim á festivaløkið
15.45 Silvi bjóðar vælkomin
16.00 Bubu konsert
16.45 Víkingar stríðast á økinum uttan fyri svimjihøllina
17.15 Dinosaurin Dia vitjar
18.00 Dansur við Afrotrotters í Føroyum
19.00 Silvaland letur aftur

Fríggjadagur 9. august

15.00 Silvi bjóðar vælkomin
15.15 Kul Smíl
16.00 Víkingar stríðast á økinum uttan fyri svimjihøllina
16.30 Dinosaurin Dia vitjar
17.15 Dansur við Afrotrotters í Føroyum
19.00 Silvaland letur aftur

Leygardagur 10. august

15.00 Silvi bjóðar vælkomin
15.15 Summarfestival hitt við Páll Brim
16.15 Víkingar stríðast á økinum uttan fyri svimjihøllina
17.00 Stór barnakonsert á Vágsbø
18.00 Dinosaurin Dia vitjar
18.15 Silvi takkar fyri
19.00 Silvaland letur aftur