Skráseting av korti í Apple Pay og Google Pay verður broytt
Fyri at veita bestu og tryggastu loysnina til okkara kundar, velja vit nú at lata aftur fyri møguleikanum at skráseta kort í appini Wallet, sum er knýtt at eitt nú Apple Pay og Google Pay.
Broytingin kemur í gildi 5. juli 2024. Eftir hetta kunnu kort bert skrásetast í Wallet appini umvegis Netbankan.
Tá kortið gongur út ella av aðrari orsøk verður skift út, kann nýggja kortið ikki skrásetast beinleiðis í eini Wallet app, men bert umvegis Netbankan.
Kort, ið longu eru skrásett í eini Wallet app, kunnu framhaldandi brúkast í Apple Pay og Google Pay.
Arbeitt verður við at gera eina nýggja trygdarloysn til kundar, ið ikki hava Netbanka, so hesir aftur kunnu skráseta kortið í Wallet appini.