Vælkomin í Silvaland

Vælkomin í Silvaland 7. - 9. august

Í tríggjar dagar bjóðar Silvalandið festivalbørnum fjølbroytt og gott undirhald í KÍ- og Badmintonhøllini.

Gandakendur djóraheimur, víkingabygd, ballónland, hoppiborgir, boing bóltar, pinkuøki og mangt annað.

Silvi vitjar og hevur okkurt gott til børnini. Eisini verður skipað fyri eini spennandi Silvakapping.

Vinningur: Gávukort til Vælveru við baðilandi frá Klaksvíkar Svimjihøll umframt eitt gávukort á kr. 2.000 frá Bovling í Leirvík.

Skráin fyri Silvalandið sæst her:

Hósdagur 7. august

15:00 Skúðgonga og karneval úr Klaksvíksgarðinum
15:45 Silvi bjóðar vælkomin
16:00 Bubu konsert
17:00 Dinosaururin Dia vitjar
19:00 Silvaland letur aftur

Fríggjadagur 8. august

15:00 Silvi bjóðar vælkomin
17:00 Trølla Pætur show
18:00 Dinosaururin Dia vitjar
19:00 Silvaland letur aftur

Leygardagur 9. august

14:00 Silvi bjóðar vælkomin
14:15 Sigmund lærir børnini TikTok-dansir
15:00 Dinosaururin Dia vitjar
15:45 Sigmund lærir børnini TikTok-dansir
17:00 Disney-konsert á Vágsbø
19:00 Silvaland letur aftur