Freistir fyri flytingar fyri jól og nýggjár
Her sært tú, hvørjar freistir eru galdandi fyri flytingar fyri jól og nýggjár.
Lønarflytingar fyri jól
- Lønir, ið skulu vera á kontu hjá móttakara fyri jól: Mánadag 22. des. kl. 15.30
Lønarflytingar fyri nýggjár
- Lønir, ið skulu vera á kontu hjá móttakara fyri árslok: Mánadag 29. des. kl. 15.30
Vanligar flytingar fyri jól
- Flyting til aðra kontu í Føroya Banka: Týsdag 23. des. kl. 18.30
- Flyting til kontu í øðrum peningastovni: Mánadag 22. des. kl. 18.30
- Flyting sama dag: Týsdag 23. des. kl. 11.00
- Skundflyting: Peningurin kemur á kontu hjá móttakara, stutt eftir at flytingin er gjørd.
Um tú vilt tryggja tær, at flytingin kemur á kontu hjá móttakara sum ætlað, er tað skilagott at gera flytingina í góðari tíð.
Vanligar flytingar fyri nýggjár
- Flyting til aðra kontu í Føroya banka: Týsdag 30. des. kl. 18.30
- Flyting til kontu í øðrum peningastovni: Mánadag 29. des. kl. 18.30
- Flyting sama dag: Týsdag 30. des. kl. 11.00
- Skundflyting: Peningurin kemur á kontu hjá móttakara, stutt eftir at flytingin er gjørd.
Um tú vilt tryggja tær, at flytingin kemur á kontu hjá móttakara sum ætlað, er skilagott at gera flytingina í góðari tíð.
Uttanlandsflytingar fyri jól
- Flytingar til útlond fyri jól: Fríggjadag 19. des. kl. 13.00
- Flytingar frá útlondum fyri jól skulu verða bankanum í hendi í seinasta lagi týsdagin 23. des. kl. 13.00
Uttanlandsflytingar fyri nýggjár
- Flytingar til útlond fyri nýggjár: Týsdag 23. des. kl. 13.00
- Flytingar frá útlondum fyri nýggjár skulu verða bankanum í hendi í seinasta lagi týsdagin 30. des. kl. 13.00
