
Freistir fyri flytingar áðrenn ólavsøku
Her sært tú, hvørjar freistir eru galdandi fyri flytingar, sum skulu vera á kontu hjá móttakara áðrenn ólavsøku.
Lønarflytingar
- Lønir skulu flytast í seinasta lagi hósdagin 24. juli kl. 15.30.
Uttanlandsflytingar
- Flytingar til/frá útlondum skulu avgreiðast í seinasta lagi fríggjadagin 25. juli kl. 13.00.
Vanligar flytingar
- Flyting til aðra kontu í Norðoya Sparikassa: Fríggjadagin 25. juli kl. 18.30
- Flyting til kontu í øðrum peningastovni: Hósdagin 24. juli kl. 18.30
- Flyting sama dag: Fríggjadagin 25. juli kl. 11.00.
- Skundflyting: Peningurin kemur á kontu hjá móttakara, stutt eftir at flytingin er gjørd.
Um tú vilt tryggja tær, at flytingin kemur á kontu hjá móttakara sum ætlað, er skilagott at gera flytingina í góðari tíð.