Freistir fyri flytingar fyri Kristi himmalferðardag

Hósdagur 29. mai er Kristi himmalferðardagur, og fríggjadagur 30. mai er frídagur hjá donsku peningastovnunum og KT-veitaranum hjá føroysku peningastovnunum. Tí verða ongar flytingar gjørdar hesar báðar dagarnar.

Niðanfyri sært tú freistirnar, sum eru galdandi, um flytingar skulu vera móttakarunum í hendi áðrenn Kristi himmalsferðardag:

  • Uttanlandsflytingar í Netbankanum: Mikudagin 28. mai kl. 13.00
  • Lønarflytingar: Týsdagin 27. mai kl. 15.30
  • Vanlig flyting til kontu í øðrum peningastovni: Týsdagin 27. mai kl. 18.30
  • Flyting sama dag til konto í øðrum peningastovni: Mikudag 28. mai kl. 11.45

Til ber eisini at gera eina skundflyting, sum er á kontu hjá móttakara stutt eftir at flytingin er gjørd.