Kundaráðgevi til Norðoya Sparikassa í Havn

Søkt verður eftir kundaráðgeva til deild okkara í Havn. Deildin er flutt í nýggj nútímans høli í Óðinsbrú, og er í áhaldandi vøkstri og menning.

Starvið

Sum kundaráðgevi hjá Norðoya Sparikassa í Havn veitir tú heildarráðgeving til privatkundar, og gerst samstundis partur av einum vælvirkandi toymi, sum setur góða ráðgeving í hásæti.

Starvið inniber tætt samskifti við bæði verandi og nýggjar kundar, og tað er umráðandi, at tú hevur hug og evni at fáa samband við nýggjar kundar.

Persónligir eginleikar

Tú hevur góð samstarvsevni, ert ágrýtin, fyrikomandi og álitisvekjandi og tú brennir fyri at veita eina góða tænastu og ráðgeving. Tú trívist í einum starvi, sum í stóran mun er myndað av regluverkum.

Fakligir førleikar

Peningastovnsútbúgving, fíggjarbúskapur ella onnur viðkomandi útbúgving er ein fyrimunur.

Upplýsingar um starvið

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Finnur Klein á telefon 295058.

Umsóknarfreist

Umsókn saman við próvskjølum og møguligum øðrum viðkomandi skjølum skulu vera sparikassanum í hendi í seinasta lagi 2. desember 2025 og skal sendast til starv@ns.fo ella:

Norðoya Sparikassa
Att: Eyðun Kjølbro
Ósávegur 1
Postsmoga 149
FO-700 Klaksvík