Virkja kort
Tá ið tú skalt virkja nýggja kortið hjá tær, skalt tú brúka eitt virkjanarnummar, sum er 0 + fýra tey seinastu tølini í kundanummari tínum.
Her finnur tú títt kundanummar:
- í netbankanum á teldu/teldli, ovast uppi í høgra horni undir yvirskriftini "Kundanummar hjá avtalueigara"
- í netbankanum sum app undir "Uppseting"
- á tínum kontuavritum
Soleiðis gert tú kortið virkið:
- Ring til Nets á tel. +45 44 89 73 50
- Trýst kortnummarið við 16 talteknum, sum stendur á forsíðuni á kortinum, og enda við #
- Trýst virkjanarnummarið, sum er 0 + fýra tey seinastu tølini í kundanummari tínum, og enda við #
- Eftir hetta fært tú boðini "Kortet er nu aktiveret"