![](/-/media/nordoyarsparikassi/netbankin/mynd-neos_1600x600b.png?rev=90ba285fd2c745e1bbfa003cc5c2b2d2&mw=1600&hash=7BB8C0B41548780B608FC2B3469CF6E8)
Freistir fyri flytingar
Hósdagur 9. mai er Kristi himmalferðardagur, og fríggjadagur 10. mai er frídagur hjá donsku peningastovnunum og KT-veitaranum hjá føroysku peningastovnunum. Tí verða ongar flytingar gjørdar hesar báðar dagarnar.
Niðanfyri sært tú freistirnar, sum eru galdandi, um flytingar skulu vera á kontu hjá móttakara áðrenn Kristi himmalferðardag:
- Lønarflytingar: Týsdagin 7. mai kl. 15.30
- Vanlig flyting til kontu í øðrum peningastovni: Týsdagin 7. mai kl. 18.30*
- Flyting sama dag til kontu í øðrum peningastovni: Mikudagin 8. mai kl. 11:45*
- Uttanlandsflytingar í Netbankanum: Mikudagin 8. mai kl. 14.00
*Til ber eisini at gera eina skundflyting, sum er á kontu hjá móttakara stutt eftir at flytingin er gjørd.