NemKonta
Skalt tú til Danmarkar at lesa? Øll, sum fáa pening frá danska statinum, skulu hava eina NemKontu. NemKonta er ein vanlig konta, sum verður brúkt til øll útgjøld frá almennum stovnum í Danmark, t.d. SU, avlopsskatt og barnapening. Tú kanst bara hava eina NemKontu, og tú kanst gera tína vanligu lønarkontu í Norðoya Sparikassa til tína NemKontu.
Loyniorð til keyp á netinum
Tá ið tú nýtir gjaldkortið í einum nethandli, ið nýtir 3D Secure, skalt tú brúka eitt persónligt loyniorð. Tú verður biðin um at stovna loyniorðið og skráseta telefonnummarið eina ferð. Tó ber til at broyta bæði loyniorð og telefonnummar eftir tørvi.
Tíðindi

Móttøka á nýggju deild okkara í Havn
Almenn móttøka verður mánadagin 24. november 2025 kl. 15-17 í stásiligu hølunum á Óðinshædd 11, har høvi verður at vitja øll, sum hava leigað seg inn í bygningin.

Tillaging av prísum fyri gjaldkort
Prísir á gjaldkortum verða broyttir við gildi frá 1. desember 2025.

Kundaráðgevi til Norðoya Sparikassa í Havn
Søkt verður eftir kundaráðgeva til deild okkara í Havn. Umsóknarfreistin er 2. desember 2025.

Norðoya Sparikassi 17 milliónir í avlopi fyrra hálvár 2025
Fyrra hálvár 2025 var úrslitið eftir skatt 16,6 mió. kr. sammett við 25 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.Seinasta árið er rentustøðið lækkað munandi og kemur tað útlánskundunum til góðar. Hetta hevur eisini við sær lægri rentuinntøkur til sparikassan.Hóast úrslitið ikki er á sama støði sum undanfarna ár, so eru nevnd og leiðsla nøgd við gongdina fyrra hálvár 2025.
